Handverkarar fara ikki í samhugaverkfall

Hanverkararnir hava nú svarað umbøn frá arbeiðarafeløgunum um at fara í samhugaverkfall. Men tann umbønin er havnað.

Tað váttar formaðurin í Føroya Handverkrafelag, Suni Simonsen, fyri útvarpinum.

Hann sigur, at arbeiðarafeløgini ynsktu, at handverkararnir fóru í samhugaverkfall í tríggjar dagar ella meira. 

– Men tað ber als ikki til, tí vit hava ikki heimild til tað, sigur Suni Simonsen við útvarpið.

Arbeiðararfeløgini hildu tað ikki nytta nógv, um handverkarar bara fóru í 24 tíma samhugaverkfall við 48 tíma fráboðanarskyldu, tí ynsktu tey, at handverkarar fóru í samhugaverkfall í fleiri dagar.

Sáttmálin hjá handverkarunum er úti 1. mai næsta ár. Gongur sum tað plagar, so fáa handverkararnir tað sama prosenttalið oman á lønina, sum arbeiðarafeløgini fáa, at verkfallið er av.