Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2016 til 30. september 2018.
Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 2,2 prosent frá 1. oktober í ár at rokna og aftur 2,3 prosent 1. oktober 2017, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum.
Allar semjur, sum verða gjørdar millum ymsu fakfeløgini og feløgini í Vinnuhúsinum eru á sama støði, og hesin er einki undantak í so máta.