Handverkarar eru misnøgdir við SEV

– Bjóða út og fá rætta prísin.

 

Tað er stutti boðskapurin hjá Føroya Handverkarafelag, sum átalar framferðarháttin hjá SEV, nú Sundsverkið verður útbygt.

 

– Yvirskipað hevur Føroya Handverksmeistarafelag ta sannføring, at allar almennar byggiverkætlanir eiga at verða bjóðaðar út til føroyskar vinnufyritøkur at kappast um. Hetta hevur eisini verið gørt seinastu mongu árini næstan uttan undantak, og hava bæði almennir og kommunalir myndugleikar langa siðvenju at bjóða út, sigur felagið og heldur fram:

 

»Tí undrar tað, at ein interkommunalur felagsskapur sum SEV ikki bjóðar eitt arbeiði út á góða kvarta milliard. Tí hvussu kann man annars hava vissu fyri, at sum mest fæst fyri peningin, sum hesir myndugleikar umsita vegna borgaran?

 

Uppáhaldið um, at arbeiðið er komplekst er ikki grundgeving nokk. At arbeiðir eru komplekst krevur, at verkætlanir verða væl fyrireikaðar áðrenn útboð.  Og í hesum førinum metir Føroya Handverksmeistarafelag, at SEV hevur havt tíð at fyrireika útbyggingina, tí SEV hevur leingi vitað, at hendan útbyggingin fer at verða neyðug.

 

Føroya Handverksmeistarafelag heldur, at tað hevur alstóran týdning, at almennir myndugleikar og interkommunalir felagsskapir hava ein útbjóðingarpolitikk, og syrgja fyri at planleggja soleiðis, at hesin verður hildin, tá verkætlanir skulu gerast.«