Handtiknir fyri at leypa á ein 77 ára gamlan mann

Eftir tí, sum løgreglan veit, var álopið púra ógrundað

Løgreglan hevur nú tikið fýra mans fyri at hava gjørt seg inn á ein 77 ára gamlan mann í Havn sunnunáttina. Tað var klokkan 2:30, at ein 77 ára gamal maður var álopin á horninum Sverrisgøtu og Tórsgøtu, beint við handilin hjá Kissa.

 

Maðurin var sligin og skumpaður so harðliga um koll, at hann smekkaði nakkan í asfaltið. Løgreglan hevur leitað eftir vitnum til hendingina, og tað hevur givið úrslit, tí fólk hava vent sær til løgregluna. Og í kjalarvørrinum á tí eru fýra ungir mans tiknir og skuldsettir fyri harðskapin. Teir eru allir um 20 ára aldur.

 

Løgreglan sigur, at eftir tí, sum tey vita beint nú, var álopið púra ógrundað. Tey siga, at tann eldri maðurin, og teir, sum eru skuldsettir, kendust ikki og høvdu einki samband havt við hvønn annan.

 

Talan var um ein eldri mann, sum var farin í býin at leita eftir fløskum og hann gekk og passaði seg sjálvan, tá ið hann var álopin. Løgreglan sigur, at eftir tí tey vita, hava somu menn eisini verið eftir manninum uppi við Løgtingshúsið eina løtu frammanundan.

 

Løgreglan sigur, at tað eru vitni, sum hava sæð hendingarnar, men onkur hevur eisini tikið videobrot upp við fartelefonini. Løgreglan sigur, at tá ið tey eru komin longri fram á leið í kanningunum, verður greitt hvussu nógvir av teimum verða ákærdir, tá ið samanumkemur, og um skuldsetingin ímóti onkrum av teimum verður tikin aftur.

 

Men løgreglan leggur dent á, at tey høvdu tey verið fegin fyri at frætt frá fleiri fólkum, sum hava sæð nakað í hesum sambandi.