Handtiknir fyri at gera dokumentar um FIFA

Eitt týskt sjónvarpslið varð afturhildið í fimm dagar í Katar, tí tey gjørdu kritiskar upptøkur

Tað er flestum fólkum eyðsýnt, at nógv mutur er tengt at HM-endaspælinum í fótbólti, sum skal verða í lítla, steinríka oljustatinum, Katar í 2022.

 

Fótbóltsheimurin er komin í rasshaft í endaspælinum, sum orsaka av steikjandi hitalagi um summarið, má verða avgreitt í november og desember í 2022. Nakað, sum kemur at ganga útyvir fótbóltsligurnar kring heimin. 

 

Bretska blaðið "The Telegraph" skrivar, at eitt týskt sjónvarpslið hevur sett sær fyri at kanna viðurskiftini í Katar í samband við fyrireikingarnar av HM-endaspælinum, sum skal verða í 2022. Sjónvarpsliðið stendur tó nú við ongum upptøkum.

 

Tey fimm fólkini, ein reportari, tveir myndamenn og ein sjaførur vórðu handtiknir av løgregluni í Katar, og afturhildnir í heilar fimm dagar. Sjónvarpsliðið var í Katar fyri at fáa tilfar til dokumentarin: "The Selling of Football: Sepp Blatter and the Power of FIFA."

 

Týska sjónvarpsliðið hevur m.a. spurt inn til øll deyðsføllini, sum hava verið millum gestaarbeiðararnar, sum eru komnir til Katar at byggja HM-leikvallirnar. Fleiri mannarættindafelagsskapir hava umtalað umstøðurnar og viðurskiftini hjá gestaarbeiðarunum, sum trælaarbeiðið. 

 

Týska sendistovan gjørdi ein íherdigan innsats fyri at fáa sjónvarpsfólkini leyslatin, og tað eydnaðist. Journalisturin hjá sjónvarpsrásini, ARD, Florian Bauer viðgongur, at tey høvdu ikki loyvið frá myndugleikunum at filma í høvuðsstaðnum Doha. 

 

Florian Bauer sigur í samrøðu við "The Telegraph", at hann var sera bangin undir avhoyringunum, har løgreglan í Katar hótti hann við, at tað fór at gangast honum illa, um hann ikki samstarvaði við tey.

 

Katarska løgreglan oyðilegði alt tilfarið hjá týsku sjónvarpsfólkunum, telefonir, harddiskar og teldur. - Alt, sum vit høvdu tikið upp bleiv slettað, greiðir Florian Bauer frá.

 

Fyrireikingarnevndin fyri HM-endaspælið í 2022 vísir tó aftur, at týsku sjónvarpsfólkini vóru handtikin, tí tey kannaðu arbeiðsumstøðurnar hjá gestaarbeiðarunum, sum striðast fyri at fáa leikvallirnar lidnar til HM-endaspælið í 2022.