Løgreglan í Grønlandi vil ikki upplýsa, hvør skuldsetingin móti teimum báðum handtiknu er.
Tað var annars hósdagin, at danska tollvaldið upplýsti, at tey miðskeiðis í oktobermánaði høvdu funnið 7,7 miljónir krónur í reiðum peningi í frystigóðsi í Grønlandshavnini í Aalborg.
Um pakkarnir við pengunum komu úr Grønlandi, vildi tollvaldið tá ikki upplýsa, men málið varð latið Grønlands Politi, sum nú hevur handtikið og skuldsett tvey fólk.
Tað upplýsir kanningarleiðarin og varapolitiinspektørurin, Jan Lambertsen, fyri Sermitsiaq, sum skrivar um málið.
Við atliti til kanningararbeiðið vil Grønlands Politi heldur ikki upplýsa kyn ella aldur á teimum, sum nú eru handtikin - ei heldur, hvør skuldsetingin er.
Sermitsiaq veit at siga, at tey skuldsettu hava verið til grundlógaravhoyringar fyri afturlatum hurðum.
Danska tollvaldið hevur upplýst, at pengarnir lógu væl goymdir í frystipakkum, og í ytsta lagnum á pakkunum var einki at finna.
- Men, við neyvari gjøgnumgongd við skanning og pengahundum, sum teir vera róptir, eydnaðist tað tollarum at finna pengarnar.
Løgreglan vil í løtuni einki siga um, hvaðani pengarnir stava, ei heldur hvørji brotsverk talan kann vera um í málinum.