Royndu at smugla stóra nøgd av hassji til Føroya

- Talan er um eina ógvuliga stóra einstaka nøgd við einum søluvirði á einar sjey miljónir krónur, sigur løgreglan. 

 

Í sambandi við, at tollarar hjá TAKS í gjár kannaðu ein bil, sum skuldi í land av Norrønu, funnu teir 24 kilo av hassji.

 

Føroya Politi handtók í hesum sambandi eina kvinnu og ein mann og skuldsetti tey fyri brot á grein 191 í revsilógini, sum snýr seg um smugling av narkotika.

 

- Ákæruvaldið framstillaði fólkini í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í morgun. Fólkini, sum eru donsk, vórðu varðhaldsfongslað í fýra vikur.

 

Hetta sigur løgreglan í tíðindaskrivi nú um middagsleitið í dag.

 

Lagt verður aftrat, at talan er um eina ógvuliga stóra einstaka nøgd av hassji við einum søluvirði á upp til sjey miljónir krónur.   

 

- Vit fara komandi tíðina eitt nú at kanna, hvør skuldi taka ímóti hassjinum í Føroyum.

 

Løgreglan sigur, at brot á grein 191 í revsilógini kann hava við sær fongsul í upp í 10 ár, og í løtuni hevur løgreglan ikki fleiri viðmerkingar til málið.