Handtikin fyri at sláa konuna

Ein maður hevur ligið á løgreglustøðini í nátt tí hann hevur sligið konu sína

Í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend tí eini hjún vóru komin til ilnar um eitthvørt. Tað endaði við, at maðurin hevði sligið konuna.

 

Hon ringdi til løgregluna at melda mannin og tá ið løgreglan kom á staðið, varð maðurin handtikin. Hann av ávirkaður av rúsdrekka og hevur síðani ligið á løgreglustøðini, har hann hevur sovið rúsin av sær.

 

Løgreglan sigur, at hann verður so avhoyrdur í morgun, áðrenn hann verður leyslatin aftur. Konan fekk ikki nevniverdan skaða av slagnum, men maðurin er nú skuldsettur fyri harðskap.

 

Løgreglan sigur, at grundreglan er, at tá ið eitt mál er meldað, fangar borðið. Men í sambandi við harðskap í parløgum, fjarðar málini mangan út, tí tá ið ástendur, og tann parturin, sum hevur verið fyri harðskapi, hevur sovið upp á tað, vil hon, ella hann, kortini ikki standa við tað, og vilja ikki vitna í rættinum, Og tískil verður ongin sak burtur úr.

 

Men løgreglan sigur, at ríkisadvokaturin hevur nýliga sent sent løgregluni í ríkinum eitt skriv um, at mál um harðskap í parløgum skulu ikki sleppast av teirri orsøk. Løgreglan sigur, at tað er gjørt í eini roynd at steðga harðskapi í parløgum.

 

– Hevur parturin, sum hevur verið fyri harðskapi, greitt løgregluni frá málinum, og hevur viðkomandi sjónlig tekin um harðskap, kann tað meiri enn so vera nokk til at fella ein dóm, hóast hann, ella hon, draga íland aftur og ikki rættiliga vilja vitna í rættinum, sigur løgreglan.