Tað upplýsti týska løgreglan í gjárkvøldið sambært blaðnum Deutsche Welle.
Illtonkti maðurin varð handtikin leygarmorgunin í býnum Kassel umleið 160 km í ein landnyrðing úr Frankfurt.
Í gjár var tann handtikni settur fyri ein dómara og varðhaldsfongslaður.
– Hanm varð handtikin sum úrslit av dna prógvum, upplýsir ákærumyndugleikin í landspartin Hessen.
65 ára gamli Walter Lübcke, sum var stjórnarforseti í Kassen og limur í flokkinum hjá týska kanslaranum Angelu Merkel, CDU, var funnin í urtagarði sínum í Istha stutt eftir midnátt 2. juni. Hann varð staðfestur deyður tveir tímar seinni.
/ritzau/