Handtikin fyri at hótta ein mann eftir lívinum

– Maðurin gjørdi seg eisini inn á løgregluna

Beint eftir døgverða varð ein maður handtikin á Skála og førdur á løgreglustøðina, har hann hevur verið síðani.

Hann varð handtikin fyri at hava hótt ein annan mann eftir lívinum. Tað gjørdi hann ikki beinleðis við viðkomandi, men fyri einum vitni.

Táið løgreglan kom á staðið, gjørdi hann seg eisini inn á ein løgreglumann tá ið hann spýtti á hann.

Maðurin skal í grundlógaravhoyring í dag har hann er skuldsettur fyri hóttanir og fyri at hava gjørt seg inn á ein politist.