Handtikin eftir nærum 56 ár

Í nærum 56 ár hevði Harold Frank Freshwaters rýmt undan løgregluni, men mánadagin bleiv hann tikin aftur

 

Tann nú 79 ára gamli William Harold Cox var í veruleikanum Harold Frank Freshwaters, og hann bleiv mánadagin handtikin eftir at hava goymt seg fyri løgregluni í næstan 56 ár.

 

Tað var í 1959, at tann tá 23 ára gamli Harold Frank Freshwaters bleiv fongslaður fyri at hava brotið treytirnar í einum treytaðum dómi, ið hann hevði fingið. Hann megnaði tó at sleppa til rýmingar, men mánadagin bleiv hann handtikin framman fyri húsvognin hjá sær í Brevard County í Ohio í USA eftir at hava fjalt seg fyri løgregluni í nærum 56 ár.