Myndugleikarnir í Qatar hava givið løgregluni boð um at handtaka fimm menn, sum hava samband við handilsmiðstøðina Villagio. Teir skulu takast í sambandi við eldsbrunan har mánadagin, ið kravdi 19 mannalív. 13 av teimum 19 vóru børn.
Sambært fjølmiðlunum hevur løgmálaráðharrin givið boð um at handtaka mannin, sum eigur handilsmiðstøðina, stjóran, varastjóran, ein mann, sum hevði ábyrgdina av trygdini, og mannin, sum átti barnadeildina, har eldurin kyknaði.
Millum børnini, sum doyðu, vóru tvey ára gamlir tríburar úr Ný Sælandi og trý sponsk systkin.










