Handtøkur í rossakjøtsgølu

Tveir stjórar í eini hollendskari fyritøku, sum selur kjøt í heilsølu, blivu í gjár handtiknir í sambandi við umfatandi rossakjøtsgøluna.

Menninir eru ákærdir fyri at hava ført skeivt bókhald og at hava svikað í sambandi við sølu av 300 tonsum av rossakjøti, ið var merkt sum neytakjøt.

Rossakjøtið, sum upprunaliga kom úr Hollandi, Onglandi og Írlandi, varð sambært ákærurnar selt víðari og endaði í eini røð av ymsum europeiskum londum.

Í kjalarvørrinum frá gøluni við feilmerktum rossakjøti, er stóra hollendska fyritøkan Vleesgroothandel Willy Selten eisini farin á húsagang.