Handrit undan vaðingini í Vági

»Nær fara tykur at geva út okkurt av tí, sum Palli í Tøðuni skrivaði?«. Soleiðis ljóðaði spurningurin til familjuna hjá hesum merkismanni. Í morgin verður svarað uppá henda spurningin suðuri í heimbygd hansara, Vági

Vágur: Fríggjadagin, 18. juli eru liðin júst 100 ár síðani Joen Pauli Thomasen varð borin í heim.

Eitt av tí, sum honum dámdi sera væl, vóru bókmentir og søga. Sagt verður, at longu á ungum árum las hann og keypti hann alt tað sum kom út á føroyskum ella hevði við Føroyar at gera.

Her var talan um vísur, sangir, tættir og kvæðir í hópatali, sum vórðu skrivað upp í vísu- og kvæðabøkur, serliga um talan var um Vágsbygd og fólk úr bygdini og Suðuroy.

Ikki nóg mikið við tað, hevur hann eisini savnað saman fólkateljingar, yvirlit yvir nær fólk eru fødd, deyð, gift og annað, umframt ættargreiningar og bygdarsøgu. Haraftrat hevur hann sjálvir skrivað og yrkt ein hóp í bundnum og óbundnum máli.

Nógv av hesum hevur inntil dags dato ikki verið alment tilgeingiligt, men tað er tað nú vorðið í bókini »Eg lítil sat á móður knæ«, sum verður útgivin í sambandi við 100 ára dagin í morgin.

Hetta fer fram í Stóra Pakkhúsi í Vági, tá bókin, sum Arnfinnur Thomassen og Jógvan Páll Hansen hava greitt til prentingar, verður løgd fram.


Søga og upplestur

Í fororðinum sigur Arnfinnur Thomassen, at tað var ikki nøkur løtt uppgáva at fara undir hesa útgávuna.

Eftirkomarar hansara komu einaferð fram á eina eskju við ymiskum skrivligum tilfari eftir Palla, og hildu tey vera spell, um alt hetta bara fór í gloymibókina.

Tann stóri spurningurin var, hvat skuldi takast við. Teir hava valt at lýsa mannin Palla í Tøðuni í skrift og talu, soleiðis at lesarin fær eitt innlit í lív hansara og tað virksemið, hann var uppií.

- Fólk og hendingar, Vágs søga og siðsøga eru tí sjálvsagt ein natúrligur partur av bókini, sigur Arnfinnur og leggur aftrat, at dentur er lagdur á tilfar við almennum áhuga.

Umframt sjálva bókina er eisini ein fløga við nøkrum av teimum kendastu yrkingunum, sum eftirkomarar hansara hava sett løg til, sungið og spælt. Her ber eisini til at hoyra Palla sjálvan siga frá, lesa upp og kvøða.