76 prosent av dønum halda, at handlarnir taka jólaprýðið fram ov tíðliga. Fleiri vilja hava forboð fyri at pynta alment fyrrenn 24. november - tað er: eina viku undan . desember.
Í sjálvum jólamánaðinum vilja tey fægstu kortini vera stákanina fyriuttan, vísir kanningin sum metroXpress hevur gjørt.
Mótstøðan móti teimum skjótu jólunum undrar ikki jólainspektørin, Jens Ingvordsen í Den Gamle By í Århus.
- Danin á gøtuni hevur einki ímóti jólastressi fram móti jólaaftan. Men hann orkar ikki at verða ámintur um at keypa piparnøtur og jólagávur fleiri mánaðir áðrenn, sigur hann.