Í gerandisdegnum er lítið broytt í handilslívinum í Klaksvík síðani undirsjóvartunnilin kom.
– Vit hava so ikki mist sølu í gerandisdegnum. Kanska er hon heldur vaksin eitt lítið vet, siga tey úr Klaksvíkar Handilsfelag. Harvið kann staðfestast, at hald var ikki í óttanum um at sølan fór at minka, tí at norðoyingar fóru aðrar vegir at keypa.
Er sølan vaksin eitt lítið vet í gerandisdegnum, so kann ikki sigast tað sama um søluna, tá ókeypis koyring er í gjøgnum undirsjóvartunnilin. Tá er sølan so at siga eksploderað. Tí hava tey í Klaksvíkar Handilsfelag hug at fýlast at kostnaðinum fyri at koyra í gjøgnum tunnilin. Tá sølan er so øgilig, tá ókeypis koyring er, ber bara til at ímynda sær hvussu sølan hevði broytst, um tunnilsgjaldið var heldur lægri.