Handlar í Danmark vilja slepp at vísa frá sær kundar, sum vilja gjalda máting við túsundkrónuseðlum.
Tað skrivar DR.
Tað er stórur áhugi at gjalda við stórum seðlum, eftir at danski tjóðbankin herfyri kunngjørdi, at hann verður tikin av, siga Di Samvirkende Købmænd (DSK) og Dansk Erhverv við miðilin.
Loomis, sum er eitt av feløgunum, ið heintar reiðan pening í handlunum, váttar gongdina. Tey fáa nú 50 prosent fleiri túsundkrónuseðlar, enn vanligt er.
– Tað, ið vit biða um, er møguleikan fyri at kunna siga nei til túsundkrónuseðlar, um onkur bara kemur inn fyri at keypa ein pakka av tyggigummi ella fyri eina tilsvarandi lítla upphædd, sigur Jannick Nytoft, stjóri hjá De Samvirkende Købmænd við DR.
Tað er bæði dýrt og ótrygt fyri handlarnar at liggja inni við so nógvum býtipengum í tíðarskeiðnum fram til 31. mai í 2025, tá túsundkrónuseðlin fer ísøguna, sigur hann.
Jannick Nytoft skjýtur upp eitt mark fyri smákeyp, har keypið skal vera upp á í minsta lagi 100 ella 200 krónur, fyri at handilin skal verða noyddur at taka ímót túsundkrónuseðlinum.
/ritzau/