Síðani føroyingar fyrstu ferð fingu møguleikan fyri at fáa sær eitt Visa Elektron gjaldskort, eru túsindavís av kortum av hesum slagnum givin út. Serliga eru tað ung fólk, ið hava tikið hesi kortini til sín, og eru tey blivin rættiliga væl umtókt millum ung.
Samstundis hava handlarnir eisini frøtt seg yvir hesa gongdina, og hava teir eisini gjørt íløgur í at kunna taka ímóti øllum hesum nýggju kortunum.
Men nú vendir eftir øllum at døma í holuni. Tað eru nevnliga fleiri og fleiri handlar og fyritøkur, ið venda sær frá at taka móti Visa Elektron. Heilt einfalt nokta handlarnir at taka ímóti hesum kortslagnum.
Orsøkin er í høvuðsheitum tann, at skipanin fyri Visa Elektron er dýrari at nýta, enn til onnur gjaldskort, og at peningurin verður útgoldin til seljaran næstan ein heilan mánað eftir at keypið er farið fram, vil seljarin ikki hava eyka útreiðslur av keypinum.
Dýr avtala
Tá handlar ella fyritøkur vilja fáa sær møguleikan fyri at taka móti Visa Elektron ella ørðum gjaldskortum, verður avtala gjørd beinleiðis við PBS í Danmark. PBS tekur sær eisini av pengaflytingunum, ið verða gjørdar, og tekur sjálvandi eitt ómaksgjald til sín sjálvs eisini.
Men hetta er eftir øllum at døma ein rættiliga dýr avtala fyri handlarnar í Føroyum.
Á heimasíðuni hjá PBS framgongur nevnliga, at fyri hvørt keypið, ið verður framt, tekur PBS heilt upp til 3,75 prosent av upphæddini, ið flytast skal.
Afturat hesum hava teir ein standardpakka, ið inniber at peningurin verður fluttur á kontuna hjá handlinum ella fyritøkuni 28 dagar eftir at keypið er framt. Ynskir handilin at fáa peningin fluttan skjótari enn tað, bjóða teir handlinum ein betri pakka, har flytingin verður gjørd átta dagar eftir keypið. Men tað kostar so eisini eitt prosent afturat keypinum. Sostatt kann PBS krevja heilt upp til 4,75 prosent av gjaldsupphæddini.
Takka nei til Visa Elektron
Tað eru eftir øllum at døma fleiri, ið longu nú hava takkað nei til Visa Elektron, ella hava ætlair um at gera tað í nærmastu framtíð.
Petur Splidt, stjóri í Auto, greiddi í gjár fyri Sosialinum, at tað vindur meira og meira upp á seg, at hýruvognsførararnir nokta at taka móti Visa Elektron.
Hans Andreasen, stjóri í Glitnir, sannar eisini at tað er ein dýr skipan at taka móti Visa Elektron, og tá tey nú ikki kunnu nýtast um næturnar, meðan teir hava flestu kundarnar, ásannar hann at teir mest líkt fara at melda seg frá skipanini við Visa Elektron.
- Tað kann hugsast at vit venda okkum frá Visa Elektron. Tað er jú einki vunnið, um øll venda sær frá kortunum, greiðir Hans Andreasen, stjóri í Glitnir, frá.
Rætting
Í gjár skrivaði undirritaði upp til fleiri ferðir at Gunnar Nolsøe var deildarstjóri hjá Eik í Suðurstreymoy. Hetta er tó ikki rætt, og er tað Øssur Nolsøe, ið er deildarstjóri hjá Eik í Suðurstreymoy. Vit biðja orsaka mistakið.
- rn










