Handlar út og skrivstova inn

Í morgun byrjaði ein útsøla av barna- og damuklæðum í Handilskjarnanum í Havn. Hetta er samstundis fyrsta teknið um broytingarnar í stóra handilsbygninginum: Tveir handlar fara nevniliga út og ein skrivstova kemur ístaðin.

Miðbýurin, Havn: - Vit hava ikki fingið tað at hanga nóg væl saman fíggjarliga í hesum báðum handlunum, sigur stjórin í Handilskjarnanum, Hans Waag við Sosialin.

Frá at hava verið ein kjarni av handlum, verður virksemið í bygninginum nú broytt, soleiðis at ein skrivstova eisini fer at húsast her.

Í gjár varð nevniliga eitt leigumál undirskrivað við fyritøkuna Bitland, sum hevur til endamál at fáa Føroyar til eitt land, har altjóða virkir og føroyingar menna og royna nýggja tøkni.

Bitland fer at leiga seg inn í tvær tær ovastu hæddirnar, meðan handlar framvegis verða í veghæddini og 1. hæddini.

- Tað er sjálvandi keðiligt fyri miðbýin, nú tveir handlar fara hiðani. Eingin ivi um tað.

- Men eg eri kortini noyddur at hugsa um okkara virksemi, slær Hans Waag fast.

Hereftir verða ein skógvahandil, ein handil við mannfólkaklæðum og Bitland í Handilskjarnanum.


Gott konsept

Tað var á heysti fyri trimum árum síðani, at Hans Waag og onnur yvirtóku stóra bygningin í miðbýnum í Havn.

Tá vóru fleiri handlar og leigumál í Handilskjarnanum, og sum so líðandi eru vorðin avloyst av øðrum handlum.

Inntil í morgun var bygningurin býttur upp í fýra deildir – skógvar og harrar, og eisini deildir fyri børn og damur. Nú kemur ein skrivstova inn aftrat.

- At hava allar fýra deildirnar á einum og sama staði, hóskaði væl til okkara konsept um at hava ein handilsbygning fyri alla familjuna, greiðir Hans frá.

Í november mánaði høvdu teir støðuna til viðgerðar, og avgjørdu tá, at lata tveir av handlunum aftur.

Síðani byrjanina hava teir keypt handilin Deres, samstundis sum skógvahandilin Bianco er farin niðan í SMS.


Rættar vørur

Orsøkin til at teir nú hava avgjørt at lata damudeildina og barnadeildina aftur er einføld: Tær góvu ikki nóg nógv av sær fíggjarliga.

- Tað hevur nevniliga víst seg at vera sera tungt at fáa fólk at fara upp í tær ovaru hæddirnar í bygninginum

- Vit hava í roynd og veru havt sama umsetning í hesum báðum deildunum, síðani vit yvirtóku virksemið í november 2004. Og tað er ikki nóg gott, sigur Hans.

Hinvegin kann hann vísa á sera góð úrslit í harradeildini og skógvadeildini. Í roynd og veru er umsetningurin í harradeildini tvífaldaður hesi seinastu trý árini.

- Orsøkin til hetta er uttan iva hon, at vit hava havt tær røttu vørurnar og at tørvur hevur verið á einum slíkum handli, staðfestir stjórin. 



Tørva pláss til bilar

Í nógv ár hevur verið nógv tosað um, hvussu ein skal menna Miðbýin í Havn.

Gongdin í seinastuni hevur kortini verið hon, at alt fleiri og fleiri skrivstovur eru komnar at liggja við gøturnar í Miðbýnum. Og nú fylgja so tvær hæddir í Handilskjarnanum aftrat hesi gongdini, hóast teir eru greiðir um, at tað er sera óheppið um ein fær ein miðbý uttan handlar.

Hans Waag vísir á, at ein stórur trupulleiki í Miðbýnum er parkeringsviðurskiftini.

- Tað er ikki vorðið lættari at finna eitt parkeringspláss her tey seinastu trý árini, staðfestir hann.

Bæði parkeringsøkið á Skálatrøð og í Mortansstovubrekku eru hvønn einasta dag fullsett av bilum longu tíðliga fyrrapart, og síðani er trupult hjá viðskiftafólkum hjá handlum og skrivstovum í býnum at finna eitt øki at seta bilin frá sær.

- Vit uppliva ofta, at fólk standa í kø frammanfyri diskin, men mugu knappliga renna avstað, tí tey mugu út at flyta bilin. Slíkt er ikki til frama fyri nakran, sigur Hans Waag.