Nú skulu vanligir handlar eisini sleppa at selja øl og vín. Tað heldur Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn.
Sosialurin, sum kemur út nú seinnapartin, skrivar, at í næstum fer Framsókn at leggja uppskot fyri Løgtingið um at loyva vanligum matvøruhandlum eisini at selja øl og vín. Poul Michelsen er púra sannførdur um, at hetta fer ikki at veksa um nýtsluna. Tvørturímóti vísti tað seg, at tá ið Rúsan kom, fekk tað ikki nýtsluna av veksa, kanska tvørturímóti. Hann er eisini sannførdur um, at kapping ímillum handlarnar fer at fáa prísin og øli og víni niður.
Poul Michelsen sigur við Sosialin, at enn er uppskotið ikki heilt liðugt, eitt nú skulu tey orða hvussu handlarnir skulu skipa søluna, um teir skulu hava øl og vín í einum rúmi fyri seg og um tað ikki skal vera loyst at selja øl og vín fyrrenn eftir eina ávísa klokkutíð á degi.
Nógv meiri um hetta í Sosialinum í dag.
|










