Handlar ì Havn

Johan Mortensen

Valevni fyri Tjóðveldisflokkin

 

Vit hava heilt fitt av handlum í Havn. Er talið og útboðið av handlum nøktandi vil tann nátúrliga kappingin millum hesar tryggja borgarunum vørur til kappingarførar prísar.

Men handilslívið skal hava góðar umstøður at virka undir.

Eg skilji at tað ofta er rættuliga stór misnøgd millum handlar í Havn við hvussu ferðsla, parkering, upplatingartíðir og onnur viðurskifti verða umsitin av Býráðnum.

Um handilslívið heldur at nakað er at finnast at hvussu Býráðið umsitur teirra áhugamál so er nakað galið og eigur slíkt at at verða kannað og broytt beinanvegin.

Bureaukrati og illvilji skal ikki forða handilslívinum í at virka til fulnar.

Tjóðveldisflokkurin vil taka sær av áhugamálum teirra handlandi.