Handilsveldið hjá Lars Larsen metstórt yvirskot

Lars Larsen Group, sum millum annað eigur Jysk, hevur í síðsta roknskaparári metstórt yvirskot. Tað upplýsir samtakið.

Samtakið hevur fleiri ymisk forrætningsøki og hevur fyri roknskaparárið, sum endaði í 2019, havt ein umsetning upp á 34,7 milliardir krónur, meðan yvirskotið fyri skatt var 3,7 milliardir.

Tað er ein desiaml størri enn árið fyri, tá yvirskotið varð 3,6 millardir krónur.

Eftir at Lars Larsen doyði í august í fjør yvirtók familjan 99 prosent av ognarlutinum í Lars Larsen Group, og tað er sonur hansra, Jacob Brunsborg, sum er nevndarformaður.

Tey flestu seta helst handilsveldið hjá Lars Larsen í sambandi við ketuna Jysk. Lars Larsen Group eigur eisini nógv onnur handilsvirki, haðani yvirskotið stavar, so sum hotel og golffelagið Himmerland Golf & Spa eins og sushi-ketuna Letz Sushi.

Í tíðindaskrivið um roknskapin verður dentur lagdur á Actona Company, sum ger modernaðar møblar, SengeSpecialisten, og Scancom, sum framleiðir uttanduarmøblar, fyri batan í roknskapinum.

Yvirskotið hjá Jysk er hinvegin  versnað.

– Av tí at vit hava gjørt stórar íløgur, var yvirskotið hjá Jysk heldur minni enn árið fyri, sigur Jacob Brunsbog í tíðindaskrivinum.

Lars Larsen Group stríðst eisini við at fáa betri úrslit í eitt nú Himmerland Golf og Spa Fresort eins og Letz Sushi.

– Hóast metstóra inntøku, so eru framvegis felgø, sum geva negativ úrslit, sigur Jacobn Brunsborg í tíðindaskrivinum.

Tí hava vit í síðsta roknskaparári framt munandi íløgur í eitt nú Himmerland Golf & Spa Resort og Letz Sushi.

– Tí vænti eg eisini, at vit fara at síggja betrið úrslit longu í hesum roknskaparárinum.

 

FAKTA: Lars Larsen Group er meira enn bara Jysk

Lars Larsen savnaði saman handlar við seingjarklæðum, møblum og ein golfbana í sítt handilsveldi.

Í langa handilslívi ´sinum bygdi Lars Larsen upp eitt savn av ymsum handlum og ketum við Jysk sum miðdepli.

Øll eru savnað í Lars Larsen Group, sum familjan í dag eigur og stýrir. Sonurin Jacob Brunsborg er nevndarformaður.

Lars Larsen doyði 19. august 2019 71 ára gamal.

Her eru nøkur av merkjunum, handlunum og feløgunum, sum eru í Lars Larsen Group:

 

* Jysk-ketan – eisini Dänischen Bettenlager, sum tað eitur í Eysturríki og Týsklandi.

* Ilva.

* Bolia.

* SengeSpecialisten.

* IDdesign.

* Himmerland Golf & Spa.

* Letz Sushi.

* Hotel Ferdinand.

* Leasingselskabet Solid Leasing.

* ScanCom, sum framleiðis uttanduramøblar.

* Actona Company, sum framleiðir modernaðar møblar.

* Backtee, sum ger golfklæði.

* Garia, sum ger golfvognar.

* Schou, sum framleiðir ymiskt til køkin og urtagarðin.

* Tilsamans hevur samtakið ein árligan umsetning upp á 34,7 milliardir krónur.

Kelda: Lars Larsen Group.

/ritzau/