Tað gongst illa hjá ES-londunum um at semjast um ein felags politikk í sambandi við fríhandilssamráðingarnar hjá altjóða handilsfelagsskapinum WTO.
Týsdagin skuldi landbúnaðarkommiserurin, danska Mariann Fischer Boel, greiða landbúnaðarráðharrunum frá, hvussu langt samráðingarnar í WTO eru komnar, men tað vísti seg, at tey fronsku umboðini vóru ikki bara komin til Luksenburg at lurta. Franska stjórnin ber ótta fyri, at Mariann Fischer Boel og handilskommiserurin, bretin Peter Mandelson, eru til reiðar at slaka á landbúnaðarøkinum fyri at útvega ídnaðinum í ES betri útflutningsmøguleikar.
Mariann Fischer Boel royndi at sissa fransmenninar. Hon segði, at hon slakar ikki meiri á landbúnaðarøkinum, enn ES-nevndin hevur givið henni heimild til, men hon legði tó afturat, at nevndin kannar í løtuni, um tað ber til at geva landbúnaðarvørum úr øðrum londum betri marknaðaratgongd. Men so skulu hinir partarnir í WTO-samráðingunum eisini slaka á øðrum økjum afturfyri, segði hon. Tað er ógreitt, um hetta var nóg mikið til at sissa fransmenn, sum eru sera eymir í landbúnaðin.