Handilsskúlin við Marknagil 30 ár

Í summar vóru 30 ár síðani fyrstu næmingarnir byrjaðu á Føroya Handilsskúla við Markn­agilsvegin í Havn. Áðr­enn hesin bygningurin varð tikin í nýtslu, hevði hand­ils­sk­úlaundirvísing verið hild­in á kvøldskúlaskeiði runt um í landinum í meira enn 35 ár.

Til tess at hátíðarhalda 30 ára dagin skipar Hand­ils­skúl­in fyri móttøku á skúl­a­num 5. mars kl. 15.00 -17.00, und­ir heitinum útbúgving, vinna, innovatión og í­verk­setan.

Føroya Handilsskúli er í dag ein skúli við mið­náms­út­búg­v­ing, yrkisútbúgving og hægri útbúgving. Á skúl­anum ­vóna tey at hitta bæði gamlar og núverandi næm­ingar, starvsfólk, vinnu- og sam­starvs­fel­agar t­il mót­tøkuna.

Á móttøkuni 5. mars fara fyrr­verandi næmingar á Hand­ils­skúl­a­num at hug­leiða um leiklutin, ið skúlin hevur havt fyri tey og teirra yrk­is­leið, og um leiklutin, ið Hand­­ils­skúlin hevur í dags­ins samfelag.

Handilsskúlin hevur sein­astu 30 árini skrivað før­oyska útbúgvingarsøgu, og hev­ur við sínum greiða út­búgv­ing­in­ar­pro­fili miðað eftir at skapa vøkstur, menning og trivn­að í Føroyum, og hev­ur á tann hátt givið nógv­um av okkum fremstu í­verk­set­ar­um góða barlast.

Henda menning heldur fram, nú skúlin stendur á gátt­ini til eina spennandi og avbjóðandi tíð, tá skúl­in sum ein av trimum út­búgv­ing­ar­stovnum flytur inn í nýggja Markn­a­gils­dep­i­lin. Hetta er serliga spenn­andi hjá einum út­búgving­arstovni,­ ið altíð hevur trivist við nýggjum avbjóðingum.

Øll eru vælkomin til móttøkuna 5. mars kl. 15. Skipað verður fyri fjølbroyttari skrá, siga tey á Handilsskúlanum og vísa annars til skúlans heimasíðu, www.fh.fo