Tað kom eisini týðuliga til sjóndar á Oljutinginum í farnu viku, sum nettupp varð hildið í stóru høllini á Handilsskúlanum í Havn.
Ragnar Magnussen, stjóri megnaði á livandi og greiðan hátt at seta upp komandi ætlaninar hjá skúlanum. Hann vísti til tað samstarvið, sum Handilsskúlin hevur fingið í lag við BI-handilsskúlan í Stavanger. Innihaldið í hesum samstarvi er at fáa skeið og útbúgvingar á oljuøkinum inn um Handilsskúlans gátt við Marknagilsvegin. Og fyrireikingarnar eru komnar so mikið væl áleiðis, at Handilsskúlin í næstum kann bjóða eina røð av skeiðum.
Ragnar Magnussen segði, at tey vóru komin til, at skilabest var at byrja við HUT-undirvísingini tvs. innan heilsu, umhvørvi og trygd, nú júst hetta er so týðandi fortreyt fyri øllum oljuvirksemi og annars eisini øðrum virksemi í føroyska samfelagnum. Tað ræður um at flyta kunnleikan til HUT til Føroya sum skjótast, nú boringarnar standa fyri framman. Endamálið er so at senda hesa vitan út í samfelagið og eisini kanaliserra hana út aftur í vinnuna. Tað ræður tí um at menna føroyskan førleika á hesum økjum.
Longu í næsta ár verður farið undir 5 ymisk skeið í HUT. Næsta stig verður so at undirvísa í, hvussu man handfer sáttmálar í hesi nýggju vinnu. Og síðani gongur tað slag í slag alt árið 2001, 2002 og 2003 við at skipa undirvísing í góðskuleiðslu, projektstýring, roknskapi, fyrisiting og leiðslu, marknaðarføringsleiðslu, strategiskari leiðslu, oljubúskapi osfr.
Eisini umboð fyri BI vórðu við á Oljutinginum og greiddu frá BI. Tey sóu stórar møguleikar í tí samstarvi, sum er fingið í lag millum handilsskúlarnar báðar.










