Hósdagin 26. juni kl 16.00 verður hátíðarhald í Grasagarði í Havn.
Í hesum døgum fáa seinastu næmingarnir á Føroya Handilsskúla í Havn prógv, og sum siður er, verður hátíðarhald fyri pisunum.
Helena Dam á Neystabø, skúlastjóri bjóðar vælkomin, Bogi Bech Jensen, professari verður gestarøðari, Hanna Vang og Sólvá Hjaltalin Olsen halda røður vegna næmingarnar. Havnar Hornorkestur og Hanus G. Johansen fara at spæla tónleik til tiltakið.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta hátíðarhald.










