Handilsmiðstøð undir Kongavarða

Farið verður beinanvegin undir at byggja handilsmiðstøð undir Kongavarða, sigur Heðin Mortensen.

Tórshavnar býráð samtykti 18. september 2014 keypið av øllum óbygda økinum undir Kongavarða. Samráðingar hava verið millum búgvið og Tórshavnar kommunu um at yvirtaka óbygdu ognirnar undir Kongavarða úr trotabúnum hjá Sp/f Valbjørn Dalsgarð.

 

Ein partur av økinum skal leggjast út sum vanlig grundstykki, soleiðis at tilboðini verða so fjølbroytt sum yvirhøvur møguligt. Hetta arbeiðið fer í gongd beinanvegin. Við í ætlanini er eisini ein handilsmiðsstøð, sum eisini farið verður undir beinanvegin, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í viðmerking.

 

- Hetta kemur veruliga at gera mun í stóra eftirspurninginum eftir grundøkjum. Og nú brúgvin um Sandá og vegagerðin skjótt verður liðug, so er sambandið út á Argjahamar munandi broytt og betrað, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini við heimasíðuna hjá kommununi.