Handilsmaður fekk 12.000 krónur í bót

Ein handilsmaður í Nuuk vil ikki rinda bótina á 12.000 krónur, sum hann fekk frá løgregluni fyri ikki at halda seg til korona-ásetingarnar.

 

Ein vinnurekandi í Nuuk fekk fríggjadagin eina bót á 12.000 krónur fyri at bróta korona-ásetingarnar. Arbeiðsgevarin vil ikki góðtaka bótina, og tískil bendir alt á, at málið endar í rættinum.

Tað veit Sermitsiaq at siga.

Orsøkin til bótina er, at hin vinnurekandi sambært løgregluni hevði ov nógv fólk inni í handlinum, soleiðis at tað ikki bar til hjá teimum, sum vóru inni, at halda kravdu frástøðuna.

- Haraftrat hevði vinnurekandi ikki tryggjað sær, at starvsfólkini í handlinum brúktu handskar, tá tey lótu viðskiftafólki matvørur um diskin, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

Í kunngerð hjá grønlendska heimastýrinum, nr. 21 frá 19. juni 2020, um fyribils avmarkingar eru ásetingar um eina røð av reglum, sum vinnurekandi skulu fylgja til tess at fyribyrgja smittu.

Í ásetingunum eru eitt nú krøv um, at hølir í størst møguligan mun skulu skipast og virksemið rekast á ein slíka hátt, at smittuvandin verður minst møguligur. Í hesum liggur eisini, at viðskiftafólk, sum koma í handilin, skulu hava møguleikan at halda frástøðu.

Fólk, sum starvast í handli, skulu eisini brúka handskar, tá tey lata matvørur úr hondunum, sum ikki hava umsløg, og haraftrat skal upplýsingartilfar vera sjónligt um eitt nú reinføri, eins og viðskiftafólk skulu hava atgongd til vatn og sápu ella hondspritt.