- Handilskríggið er longu byrjað

Franski fíggjarmálaráðharrin heitir á evropearar um at standa saman

- Spurningurin er ikki longur, um tað er eitt handilskríggj. Kríggið er longu byrjað.


Tað segði franski fíggjarmálaráðharrin Bruno Le Maire, tá ið hann helt røðu á einari búskaparráðstevnu í suðurfranska býnum Aix-en-Provence í dag. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


Fíggjarmálaráðharrin sipar til vaksandi handilskríggið millum USA og Evropa, har partarnir hvør sær hava hækka tollin á ymiskum vørum síðan mars mánað, tá amerikanska stjórnin boðaði frá ætlanum at leggja hægri toll á stál og aluminium frá millum annað ES-marknaðinum. Síðan hevur ES svarað við millum annað at leggja hægri toll á whisky og cowboy-buksur framleiddar í USA.


Í síðsta mánað boðaði Donald Trump eisini frá, at um ES ikki er sinnað at strika ein 10 prosent toll, ið er á amerikanskar bilar, so fer USA at leggja 20 prosent toll á allar evropeiskar bilar.


Tað er ikki fallið í góða jørð í Evropa og talsfólk fyri fleiri ES-lond hava gjørt greitt, at tey eru farin at hyggja eftir vørum, har meira tollur kann leggjast á, um Trump ger álvara av hóttanini.


Tað var í hesum sambandi, at Bruno Le Maire viðgjørdi handilskríggið í røðuni í dag, har hann eisini vísti á týdningin hjá Evropa at standa saman.


- Um tollurin hækkar í morgin, t.d. fyri bilídnaðin, harímillum okkara bilar, so má okkara svar vera sameint og sterkt fyri at vísa, at Evropa er eitt sameint og sjálvstøðugt veldi, segði franski fíggjarmálaráðharrin.