Hans Waag eigur Handilskjarnan og Demmus. Eisini eigur hann onkrar handlar í Klaksvík og í Danmark.
- Okkara umsetningur er nærum tvífaldaður síðsta árið. Vit royna at fáa ein størri part av marknaðinum, og vit gera ymsar íløgur, sigur Hans.
Vit vita ikki ordiliga, hvussu vit gera, tá ið umvælingin av SMS verður liðug. Kanska fer Deres niðan aftur í SMS, men tað kann eisini væl verða, at vit finna eina aðra loysn.
Teir arbeiða við onkrari spennandi verkætlan í miðbýnum, men Hans vil ikki siga nakað, áðrenn tað er undirskrivað.
Av handlunum, sum Hans eigur, er Harradeildin í Handilskjarnanum tann við størstu framgongdini hetta síðsta árið. Sámal Joensen er leiðari í Harradeildini, og hann er spentur uppá framtíðina.
- Vit hava fingið nøkur sera góð merki, sum føroyingar veruliga hava tikið væl ímóti. Eg kann til dømis nevna G-Star, Replay, Brubaker, Junk De Luxe, Hummel Fashion, Kawasaki og Matinique. Afturat tí selur Deres millum annað Levis, Diesel, Converse og Frank Dandy.
- Vit hava tikið goymslurúmið niður, so at vit hava eitt nógv størri høli til handilin. Vit hava fríðkað um handilin við ymsum, og vit fáa javnan nýggja vøru, sigur Sámal.
Vit kunnu vænta okkum at hoyra meira frá Handilskjarnanum og Hans Waag í nærmastu framtíð.