Handilsjavnin 2008 hall uppá 687 mill.

Handilsjavnin 2008 vísti eitt hall uppá 687 mió. kr. Innflutningurin av vørum var góðar 5 mia. og útflutningurin 4,3 mia. Hyggja vit at teimum seinastu 21 árunum sæst at tað var undirskot í 1988. Í 1989 var javnvág og síðan yvirskot øll árini fram til 1998. Síðan hevur verði undirskot burtursæð frá árunum 2001 og 2002.

Sum tað sæst á tølunum kunnu bæði yvirskot og undirskot verða rættuliga stór, og ofta er tað stórar íløgur tey einstøku árini sum gera at tað eru so stór sveiggj í javnanum.

Handilsjavnin er kortini ikki skikkaður eins og ein privatur handilsroknskapur, har tað er avgerandi at hava avlop á handlinum við onnur. Lond kunnu saktans hava hall í samhandlinum við umheimin í nógv ár, uttan at talan er um húsagang ella vanda fyri húsagangi. Tá stórar íløgur verða framdar í búskapinum, ber til at hava hall í fleiri ár, uttan at nakar vandi er á ferð, tí íløgurnar verða virðisskapandi sum frá líður.

Hinvegin ber til at hava avlop á samhandlinum við umheimin, uttan at tað er tekin um at væl til stendur. Eitt nú høvdu Føroyar avlop av uttanlandshandlinum øll kreppuárini í nítiárunum, bæði tí at fáar íløgur vórðu framdar og tí at keypsorkan millum borgararnar var so lítil til at keypa útlendskar vørur fyri, skrivar Hagstovan.