Handilsfelagið í Klaksvík aftur til verka

Handilsfelagið í Klaksvík hevur ikki verið virkið eina tíð, men nú fer felagið aftur til verka.

Tað er vinnu- og menningarstjórin hjá Klaksvíkar kommunu, Palli Ziskason, sum hevur tikið stig til at fáa lív í felagið aftur, og á fundi fríggjadagin varð avgjørt at endurstovna tað.

Fundurin valdi nevnd, og í hana komu Søren Z. Jacobsen, John William Joensen, Beinta Klakkstein, Jákup Heinesen, Malena Andreassen og Elsa Olsen.