Traditiónsríka vinnufelagið Føroya Keypmannafelag hevur á eykaaðalfundi 24. august gjørt av at nútímansgera lógir felagsins herundir endamálið, og broyta navnið til Handilsvinnufelagið.
Endamálsorðingin hjá felagnum er broytt í nýggju lógunum. Endamál felagsins er nú at savna føroyska handilsvinnu í ein vinnufelgsskap at útinna felags áhugamál.
Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu, herundir.
Menna og ávirka útbúgvingarskipanin fyri handilsvinnuna
Betra um rekruttering av arbeiðsmegi til vinnugreinina
Menna handilsvinnuna gjøgnum kunning og skeið
Greina og vísa á týdningin av handilsvinnuni
Ávirka og menna karmarnar fyri at reka handilsvinnu
Hoyring av lóggávu.