Føroyska Menningarstovan skipar fyri eini handisútferð til London, um nóg stór undirtøka er. Hetta skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum. Ætlanin er at fara til Londin á ráðstevnuna Value Added Seafood, sum snýr seg um ?menning av nýskapandi virðisøktum sjómati, niðursjóðaðan sjómat, menning av frystum fiskavørum, fyrireikingum til sporførislógina í 2005, nýskapandi pakkitilfar, marknaðarrák, o.a.?Harumframt skal ferðalagið vitja kenda Harrods í London. Ein fyrilestur verður eisini á skránni. Heimasíða hjá Vinnuhúsinum skrivar, at Hazel Curtis heldur fyrilestur um kanningina ?Seafood Industry Value Chain Analysis.? Meir fæst at vita frá Menningarstovuni.