Klaksvík:
Talan er um ein handils- og vinnutelefonbók, sum Norðoya Kunningarstova saman við Stjørnuni hevur arbeitt við í longri tíð. Hetta er fyrstu ferð, at ein tílík telefonbók kemur út í Norðoyggjum, og verður hon óivað eitt hent amboð, tá ringjast skal til handlar og virkir í Norðoyggjum. Nýggja telefonbókin verður væntandi á gøtuni í vár.
Christian Olsen, leiðari á Kunningarstovuni sigur, at handlar og virkir hava tikið sera væl ímóti hesum tiltaki og er áhugin stórur at verða við í Norðoya handils- og vinnutelefonbók 2003.
Men hann leggur eisini afturat, at um hetta tiltak skal eydnast til fulnar, so er neyðugt at øll virkir og handlar í Norðoyggjum vilja verða við.
Formaðurin í Klaksvíkar Handilsfelag, Jógvan Jacobsen, heldur, at hetta er sera áhugavert, og at tað fer at lætta um hjá viðskiftafólkunum í Norðoyggjum at seta seg í samband við handlar og virkir.
Kundarnir í telefonbókini verða skipaðir eftir alfabetiskum raði og eftir vinnugreining. Eisini er ætlanin, at stovnar í Norðoyggjum skulu verða við í nýggju telefonbókini.
Tað verður felagið Vasti, sum kemur at standa fyri uppsetan og klárgerðan av telefonbókini. Teir handlar og tey vinnuvirki, ið ikki hava fingið skriv frá Kunningarstovuni og ætla at verða við, kunnu boða Kunningarstovuni frá á tlf 456939 ella á teldupost info@klaksvik.fo