Á handilin við Landavegin verður nú útbygdur

Farið verður í næstum undir at nútímansgera og byggja út Á handilin við Landavegin í Havn. Arbeiðið verður væntandi liðugt í vár, og tá verður handilin ein triðing størri, enn hann er í dag. Harafturat verða parkeringsplássini tríggjar ferðir so nógv í tali, sigur Høgni Hansen, stjóri í P/F Poul Hansen.

 

Les eisini Hús flutt av Landavegnum

 

P/F Poul Hansen er høvuðsveitari hjá Á handlunum, og stendur eisini fyri allari marknaðarføring hjá Á handlunum, sum er eitt samtak millum privatar keypmenn.

 

Høgni Hansen sigur, at verandi handil verður nútímansgjørdur og útbygdur, og at vøruúrvalið verður breiðari, tá útbyggingin er liðug. Stórur dentur verður lagdur á eitt gott úrval av feskum vørum, sigur hann.

 

Farið er undir samstarv við Rema 1000, og tað fer at síggjast aftur í vøruúrvalinum, sigur Høgni Hansen, sum leggur afturat, at talan er um bíligar dygdarvørur.

 

Ætlanin er, at útbyggingin skal vera liðug í vár.