Tá Lego í fjør sendi eskjur við persónunum í the Simpsons á marknaðin, gjørdist talan um best seljandi vøruna hjá danska leiku-risanum í 2014.
Nú er nýggj eskja ávegis, og er talan hesa ferð um handilin hjá Apu, Kwik-E-Mart.
Talan er um stóra eskju, sum helst fær at kosta nærri teimum 2.000 krónunum her á landi, og tí er væl hugsandi, at talan verður um leikur til heldur størri – og kanska heilt stór – børn.
- Hetta er framvegis bert eitt einstakt sett, og vit koma ikki at hava eina røð av ymiskum eskjum við the Simpsons, sigur Roar Rude Trangbæk, sum er pressustjóri hjá Lego, við donsku heimasíðuna, epn.dk.
The Simpsons verður nú sýnd á 26. ári. Talan er um tí sendirøðina í alheims sjónvarpssøguni, sum hevur hildið longst á uttan íhald, og kring allan heimin hava Homer, Bart, Marge og øll hini fyri langari tíð síðani vunnið sær kult-støðu.










