Handil við partabrøvum í skuldartyngdu kinesisku ognarfyritøkuni Evergrande steðgaði í morgun í Hongkong.
Orsøkin er, at roknað verður við eini »stórari transaktión«. Tað upplýsir felagið sambært tíðindastovuni AFP.
Evergrande er næststørsta íbúðarfelag í Kina. Tað stríðist við eina skuld upp á yvir 1.900 milliardir krónur. Felagið stendur fyri størstu endurreisn í Kina nakrantíð.
Sambært kinesiskum miðlum fer Evergrande at selja burturav fyri umleið 32 milliardir krónur.
Tað skuldi verið felagið Hopson Development Holding úr Hongkong, sum væntast at keypa upp til 51 prosent í Evergrande-deildini, sum verður seld.
Eisini handil við Hopson-partabrøvum er steðgaður fyri »boð um eina størri transaktión«, skrivar AFP.
Greinarar vænta eina møguliga avtalu at geva Evergrande nøktandi pengar.
– Tað sær út til, at eindin fyri ognarumsiting er tann lættasta at selja burturav, sigur Ezien Hoo, sum er greinari hjá fíggjarfelagnum og bankanum OCBC, sambært Reuters.
– Tað kann benda á, at felagið í fyrstu syftu roynir at útvega sær pening, sigur hann.
– Eg er ikki vísur í, at tað endiliga merkir, at felagið hevur givið skarvin yvir, serliga tá sølan av einum aktivi merkir, at tað enn royni at útvega pengar til at gjalda rokningar fyri.
Partabrævakursirnir á stóru asiatisku virðisbrævamarknaðunum eru hóast tað falnir. So enn óttast tey tey fyri bústaðargreinaum í Kina og inflatiónini.
Fyri fáum døgum síðani misrøkti Evergrande fyri aðru ferð eitt milliónaavdrag upp á eitt lán. Sambært Reuters vóru tað útlendskir íleggjarar, sum ikki fingu sínar pengar sum avtalað.
/ritzau/