Handil, samkomuhús og kirkja í Hoyvík

Við løgmannbreyt verður nú gjørt klárt at byggja ein handil og ein samkomubygning. Ætlanir eru eisini um kirkju og samkomuhús hjá Brøðrasamkomuni

Í løtuni eru teir í ferð við at stykkja út niðast við Løgmannabreyt í Hoyvík. Í hesum umfarinum verður stykkjað út til ein handilsbygning hjá Erling Bech, sum eigur og rekur Ternubúðina á Ternuryggi og ein samkomubygning til Meinigheitina í Hoyvík. Hinu megin vegin verður stykkja út til randarhús.
Sjúrður Olsen, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð sigur, at stórar ætlanir eru í Hoyvíkshaganum.
? Umframt hesa útstykkinginia, so eru ætlanir um fleiri aðrar samkomubygningar. Hinu megin løgmannabreyt hevur Brøðrasamkoman keypt øki, sum skal nýtast til samkomubygning, og oman fyri barnagarðin og skúlan verður krikja bygd, sigur hann.
Vegurin, ið nú verður gjørdur, skal ganga víðari niðan til kirkjuna. Nær kirja verður bygd, veit Sjúrður Olsen ikki at siga, men Kirkjumálaráðið keypt økið til kirkjuna, og varð tann handlin avgreiddur í heyst.
Longri upp við Løgmannabreyt, áleið har sum nýggi barnagarðurin er bygdur, er eisini ætlan um at gera ein handilsdepil og íbúðarblokkar.