Suðuroyingar, sum ikki hava møguleika at fara til handils, hava nú fingið ein alternativan møguleika at keypa inn. Handilin Esla á Tvøroyri bjóðar seg nevniliga fram at koyra vørur heim til tey, sum eru í sóttarhaldi í Suðuroynni.
Esla skrivar soleiðis:
– Okur koyra vøruna út, mánadag til fríggjadag, og seta hana uttanfyri tína hurð. Tá okur eru á staðnum, ringja okur tje upp, so tú veitst, at vøran er avleverað, skrivar Esla á Facebook.
Tey í Suðuroynni, sum ynskja at fáa matin koyrdan út, skulu gera soleiðis:
– Send ein teldupost til: ordrar@esla.fo. Vinarliga upplýs for- og eftirnavn, adressu og telefonnummar. Um tú ikki hevur møguleika at senda teldupost, kanst tú ringja ordran inn á telefon 372198.