Innlendismálaráðið og MBF hava frætt, at nógvir føroyingar, sum hava ferðast í Danmark og aðrastaðni í Evropa við føroyskum handikapskelti, hava fingið parkeringsbøtur.
Innlendismálaráðið arbeiðir tí við at gera eina lógarbroyting í ferðslulógini, so føroysku handikapskeltini framyvir koma at hava somu útsjónd sum handikapskeltini í EU. Henda lógarbroytingin verður tó ikki klár til summarfrítíðina í ár. Innlendismálaráðið hevur vent sær til Danske
Handicaporganisationer (DH) fyri at kanna, um føroyingar kunnu útvega sær eitt danskt handikapskelti. Innlendismálaráðið hevur fingið upplýst, at einki er til hindurs fyri hesum.
Danska handikapskelti er viðurkent í EU, og kann tí brúkast í øllum ES-londum. Fyri at søkja um danskt handikapskelti skal eitt umsóknarblað fyllast út av umsøkjara og kommunulækna. Skeltið kostar 425 kr. og er galdandi í 10 ár. Umsóknartíðin er umleið fýra vikur.