- Í Føroyum hava vit eina skipan, sum bíðar eftir einum Lottovinningi frá ES, sum kanska ikki kemur, sigur Regin Joensen, lívfrøðingur, um handafaringina av ILA-sjúkuni í Føroyum, nú bíðað verður eftir loyvi frá ES um at sleppa at koppseta mótvegis ILA.
Sum AIDS
- - At koppseta ímóti ILA-sjúkuni er sum at hava kynsliga samveru við ein AIDS sjúkling, sigur ein sera avgjørdur Regin Joensen.
- - ILA er ein typa A sjúka og tí skal hon niðurberjast. Tá ein staðfestir typu A sjúkur, so ræðir um at slakta. Ein koppsetur ikki ímóti A sjúkum, samanber til dømis munn- og kleyvsótt ella ridluskriða. Og tí er handfaringin av ILA-sjúkuni ein vanlukka og landsins myndugleikar hava gjørt alt ov lítið, sigur Regin Joensen, sum starvast sum lívfrøðingur hjá Biofar.
- - ILA-sjúkan er niðurbard í Skotlandi, tí har verður alt slaktað, tá ein sjúka av A typuni er staðfest. Koppseting er ónýtilig og gongur slakting ikki, so verður hermegi sett inn og alt sett í undantaksstøðu, sigur Regin Joensen.
Verfallið var munagott
Regin Joensen metir handfaringina av ILA í Føroyum vera eina vanlukku.
Ístaðin fyri at síggja álvaran, so halda vit fólkaveitslur, stevnur, har t.d. kappróðrarbátar sigla á firðunum. Og sum heild er tað so, at øll ferðsla eigur at bannast á støðum, ið eru fongd við sjúku av slíkum slag, sigur lívfrøðingurin, sum vísur á vandan við ferðslu millum sjúkuralt støð og frísk øki..
- Eisini er tað ikki góður felagsandi millum alarar, at ein alari ikki slaktar allan sjúkan fisk, tí í veruleikanum er bert spurningur um tíð, til sjúkan breiðir seg til onnur alibrúk, sigur Regin Joensen.
Regin Joensen metir, at landsins myndugleikar áttu at havt tikið støðuna í álavara og gjørt meira munadyggar mannagongir.
- - Handfaringin av ILA er ein sonn vanlukka. Tað er bert ein háttur at niðurberja ILA og tað er at slakta allan fiskin, sigur Regin Joensen og er sostatt á somu leið, sum tað landsdjóralæknin førdi fram í vikuni í Sosialinum; at talan eigur at vera um eina skipan við "alt út, alt inn".
-