Handbollskanalen: Óli Mittún er ársins talent

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen hevur tikið samanum kappingina higartil í bestu svensku hondbóltsdeildini

Tann stóri miðilin sum ger mest burturúr hondbólti í Svøríki er Handbollskanalen.

 

Fyrr í dag tóku tey í Handbollskanalen samanum hvørjir hava gjørt tað framúr í bestu svensku hondbóltsdeildini higartil í kappingini. 

 

Og uttan at blunka velja tey í Handbollskanalen 17 ára gamla Óla Mittún hjá Sävehof at vera størsta talentið í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

- Vit mugu biða Axel Månsson (stórt svenskt hondbóltstalent í Lugi) um fyrigeving. Hvussu góður hann enn hevur verið, serliga tá tað hevur ligið væl fyri, so hevur Óli Mittún verið enn betri. Mongu skaðarnir í Sävehof hava gjørt, at hann hevur fingið meira spælitíð enn ætlanin var frá byrjan, og hann hevur veruliga tikið av, skrivar Handbollskanalen. 

 

Tey hjá Handbollskanalen hava eisini valt Sävehof at vera ársins lið. Tey meta, at Sävehof hevur gjørt tað framúr gott, tá ein hugsar um allar skaðarnar sum hevur rakt liðið.