Handball Cup: Vágur á øðrum endanum

Tað er ikki ov nógv sagt, at tað sæst aftur í býarmyndini, at eini 500 børn og ungfólk, umframt foreldur og leiðarar, í hesum døgum eru í Vági og luttaka í Faroe Island Handball Cup, sum verður fyriskipað á fyrsta sinni.

Stóra kappingin er í Marghøllini.

Annar dagurin er nú so smátt byrjaður, og dystir farnir í gongd. 

Og í sambandi við stóru hondbóltskappingin, verður í kvøld skipað fyri ymiskum bæði til yngri og eldri. Tjald er sett upp mitt í bygdini, og kl. 19.00 verður skipað fyri diskoteki og sangspølum.

Kl. 20.00 fer partur av manningini, ið skipaði fyri hugnaløtum í VB-húsinum undir Korona, at skipa fyri felagssangi, áðrenn vælumtókti Ingi Poulsen kemur at runda kvøldið av við sangframførslum, men um tey vaksnu hava hug at halda áfram at syngja, so verður sjálvandi hildið fram.

 

Í gjárakvøldið var hópur av fólki í tjaldinum, har tey spældu, sungu og hugnaðu sær, eins og møguleiki var at keypa sær okkurt gott. Eisini matstøðini í grannalagnum høvdu nógvar gestir, sum eisini løgdu leiðina inn í tjaldið til prát og hugna.

 ##med2##

 

 

Skráin:

19.00-19.55 Barnadiskotek og sangspøl

20.00-20.45 Syng við - Dagfinn, Finn og fleiri skipa fyri

20.45-21.00 Ingi Poulsen syngur