Handbók í fyrstuhjálp kemur út á føroyskum

Hóast hon ikki er heilt ókeypis, so er hon kortini so mikið bílig, at hon kann gerast ogn hjá øllum føroyskum húskjum og arbeiðsplássum

Jan Müller


Hóast hon ikki er heilt ókeypis, so er hon kortini so mikið bílig, at hon kann gerast ogn hjá øllum føroyskum húskjum og arbeiðsplássum ? so hent og týdningarmikil kann henda nýggja bók gerast fyri okkum øll ? at onkur vil meina, at hon eigur at fáa pláss á bókahyllini millum Bíbliuna og kókibókina. Talan er um tí fyrstu fyrstuhjálparhandbókina, sum er givin út á føroyskum. Hon kemur í bókabúðirnar seinast í mánaðinum og fer einans at kosta 98 kr. Umframt eina sera snotuliga og væl úr hondum greidda handbók við hópi av litmyndum fylgir eisini við ein bóklingur um bráneyðuga fyrstuhjálp.
Bókin er serstakliga áhugaverd, tí hon kann koma at gagna okkum øllum og vera hent í teimum mongum støðum, tá óhapp henda og brúk er fyri at hjálpa her og nú.
Hetta áhugaverda bókaverkið er týtt úr enskum. Týðingina hevur Richard Schwartson staðið fyri. Útgevari er Bókadeild Føroya Lærarafelags og hevur Hestprent staðið fyri prentgerðini.
Í formælinum í bókini fegnast Høgni Djurhuus, serlækni og yvirlækni í intensivari viðgerð og narkosu um, at tað hevur eydnast at geva hesa bók út á føroyskum og vísir á, at hon upprunliga er givin út á enskum í Bretlandi. Hon er eisini týdd til fleiri onnur mál, eitt nú íslendskt og norskt og er hon sostatt grundarlagið undir fyrstuhjálparveitingum í næstu grannalondum okkara.
Høgni Djurhuus vísir á, at mannagongdir og viðgerð á hesum øki broytast so hvørt, sum vísindi mennast. Henda bók er dagførd til tær seinastu altjóða leiðbeiningarnar. Tí er okkurt í bókini óivað ókent fyri nógv, og okkurt er enn ikki gjørligt at útinna í Føroyum, men verður tað vónandi skjótt skrivar hann í formælinum.
Hann vísir víðari á, at tað er ikki ofta, at bøkur í læknafrøði koma út á føroyskum, tí verða orðaval og málburður ikki føroyskt gerandismál, hvørki hjá leik- ella fakfólki. Ofta verður málið ein blandingur av føroyskum, donskum, latíni og enskum máli. Týðarin hevur lagt seg eftir at brúka føroyskt orðaval og vendingar. Har tey eru ókend, verða tey sett á latíni í klombrum.
Høgni Djurhuus sigur seg vóna, at henda bók fer at verða nýtt til undirvísing í fyrstuhjálp, á skeiðum hjá Reyða Krossi, ymsum yrkisskúlum, koyrikortsfrálæru og í fólkaskúlanum. Eisini vónar hann, at bókin fer at standa nógvastaðni á arbeiðsplássum, umborð á skipum, í skúlum og við hús hjá fólki. Loksins vónar hann, at bókin kann vera tøk í sambandi við ymisk frítíðarítriv og at hon fer at vera sjúklingum at gagni.
Gjøgnum nógvar hendur
Áhugavert er eisini at merkja sær, at bókin hevur verið gjøgnum nógvar kønar hendur, áðrenn hon er farin til prentingar. M.a. hevur Høgni Djurhuus, ser- og yvirlækni lagt stórt arbeiði í at gjøgnumganga alla bókina. Høgni hevur við sínum serkunnleika á økinum lagt bókina á fakliga grundarlagið, sum krevst av eini slíkari handbók. Eyðbjørn Jacobsen, portørur á Landssjúkrahúsinum, ið hevur drúgvar royndir sum fyrstuhjálparundirvísari, hevur veitt dyggan stuðul við at lesa stóran part av tekstinum og gera viðmerkingar. Eisini hava fleiri læknar gingið útgevara og týðara til handa.
Men hvussu hevur borið til at fáa týtt og givið út eitt slíkt bókaverk og selja tað til ein so lagaligan prís! Ein høvuðsorsøkin til, at bókaútgávan er vorðin veruleiki er tann fíggjarligi stuðulin, sum er latin útgávuni. Hann er frá FOÍB, sum er fakfelagið hjá oljufeløgunum, ið eru virkin í Føroyum. Í hesum sambandi kann nevnast, at ein av stigtakarunum til ætlanina, Rúni Hansen, stjóri í Statoil, hevur lagt sera stóra orku í at fáa hesa verkætlan framda. Saman við starvsfeløgunum hjá hinum oljufeløgunum hevur hann fingið borið so í bandi, at 300.000 kr. eru latnar í stuðuli til at prenta tey fyrstu 5000 eintøkini.
Stutt um upprunan til hetta sjáldsama bókaprojekt kann sigast, at upprunaliga góvu sjálvbodnu hjálparfelagssskapirnir, Voluntary Aid Societies í Bretlandi út bókina. Hesir felagsskapir eru St. John´s og St. Andrew´s og bretski Reyði Krossur. Teir hava lagt seg eftir at brúka mannagongdir og vegleiðingar úr keldum, sum eru alment viðurkendar, og sum eru dagførdar, tá ið bókin fór til prentingar. Tilfarið í hesi bók er kunning og vegleiðingar um fyrstuhjálp, og eigur ikki at verða brúkt ístaðin fyri læknaliga ráðgeving.
Til gerandisbrúk
Richard Schwartson, sum hevur staðið fyri tí stóra týðingararbeiðinum sigur við Sosialin, at hann er ómetaliga glaður, nú bókin er farin til prentingar og skjótt verður at fáa í bókabúðunum kring landið.
Sjálvur sigur hann, at endamálið við at geva eina handbók út á føroyskum um fyrstuhjálp er m.a. at hækka vitanarstøðið um fyrstuhjálp millum føroyingar, og harvið eisini at eggja fólki at fáa sær praktiskan førleika á økinum við at fara á fyrstuhjálparskeið.
Málbrúkið á hesum øki er í dag eitt bland av føroyskum, donskum og enskum. Tí er eitt av endamálunum við bókini at fáa ein føroyskan málbúna á hesum øki.
Richard sigur, at bókin er ætlað at verða brúkt í gerandisdegnum. - Hóast tað besta var, at bókin ikki varð brúkt, so vita vit av royndum, at í gerandisdegnum møta vit vanlukkum og heilsubrekum, bæði heima við hús, á arbeiðsplássinum og í frítíðini.
Um hvussu henda verkætlan kom í lag sigur Richard, at teir vóru á ferð í Bretlandi fyri at keypa fyrstuhjálparútgerð til Apoteksverkið, tá teir komu fram á bókina.
- Heimafturkomin helt eg tað hevði verið gott at fingið nakað líknandi í Føroyum og sendi eitt teldubræv til St John´s Ambulance, sum er tað felagið, ið útvegar fyrstuhjálparútgerð í Bretlandi. Teir settu okkum í samband við røttu viðkomandi. Og so koyrdi tað.
Bókadeild Føroya Lærarafelag vísti alt fyri eitt áhuga fyri at geva bókina út á føroyskum, men teir høvdu ikki pengar til tað. Tá var tað, at Richard kom á tal við Rúna Joensen í Statoil og varð umsókn send til felagið fyri at fáa stuðul. Endin bleiv so, at øll oljufeløgini vildu vera við til at stuðla tiltakinum.
Tað var eisini so upplagt at fara til oljufeløgini við hesum, tá hugsað verður um, at hetta hevur so nógv við trygd at gera, eisini trygd í sambandi við eina komandi oljuvinnu.
Tað bleiv so FOÍB, sum gav stuðul til útgávuna. Uttan FOÍB var bókin ikki komin út kunnu vit lesa í bókini.
Tað finst eingin tilsvarandi bók á føroyskum. Og tí er hon einki minni enn ein kollvelting. Seinast vit í Føroyum hava givið nakað út sum líkist hesum er læknabókin hjá gamla landslæknanum, har fyrstahjálpin varð ein partur av verkinum.
Størri trygd
Richard Schwartson vónar, at alt føroyska samfelagið kann fáa gagn av bókini. Hon kann koma at skapa størri trygd í heimum og á arbeiðsplássum. Kemur t.d. onkur í útoyggj út fyri óhappi kann hugsast, at viðkomandi kann fáa vegleiðing frá lækna aðrastaðni, sum kann vísa til, hvar í bókini viðkomandi skal hyggja fyri at fáa góð ráð um, hvussu berast skal at í tí og tí førinum.
Í bókini, sum annars eisini er sera upplýsandi, fæst eisini nógv at vita um mannakroppin og alt kropsvirkið, so bókin kann eisini brúkast til undirvísing og skeið, ja til skúlabrúks sum heild.
Roynt hevur so eisini verið at brúka felags orðaval og mannagongdir, hvussu man ber seg at í eini vandastøðu. Nógv er gjørt burtur úr at fáa greiðar mannagongdir, tá talan er um ferðsluvanlukkur og aðrar vanlukkur við.
Týðarin viðgongur, at hetta hevur verið eitt tungt tak. Hevði man vitað, hvussu stórt tað var, so hevði man helst ivast, áðrenn man fór í gongd. Hann helt sjálvur, at vit áttu at havt eina slíka bók á føroyskum, og tað er tað, sum hevur drivið verkið.
Richard sigur, at mong fólk hava verið sera beinasom, eitt nú hava læknar lisið tekstin og gjørt viðmerkingar og fyri at fáa stavseting og endaliga málbúnan uppá pláss hava Svenning og Amy Tausen rættlisið.
- Eg má siga, at bókin er úrslit av einum ótrúliga góðum toymarbeiði millum ymisk fólk og sum eingin hevði kunnað gjørt einsamallur.
Útgevari og týðari valdu at bíða við at fáa útgávuna út til eftir jól fyri ikki at oyðileggja søluna hjá øðrum.
Richard Schwartson vónar, at fólk fara at hava bókina liggjandi í heiminum, í bilinum, í bátinum og á arbeiðsplássinum.
Ikki til pynt
- Hetta er ikki ein bók til pynt. Hon skal brúkast. Vónandi verður hon ikki ov nógv brúkt, men tíverri er tað soleiðis, at vit hava óhapp, sum koma fyri hvønn dag. Tí er hon sera hent. Og vónandi verður bókin eisini brúkt í fólkaskúlanum.
Roynt hevur verið at finna eina góða legu málsliga. Richard sigur, at hetta hevur borið til. Men tað hevur tikið sína tíð. Eitt nú brúktu teir fleiri vikur at blíva samd um, at rætta orðið fyri chok var at brúka orðið skelkur.
- Vit hava lagt dent á at skriva á einum máli, sum øll skilja, sigur tann ótroyttiliga týðarin í samrøðu við blaðið.

??????????????

Ein rein forering

- Útgávan var ikki komin í lag uttan, at studningur fekst frá FOÍB sigur Niels Jákup Thomsen, á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið bókina um fyrstuhjálp út. ?Hetta er ein sera óvanlig útgáva fyri bókadeildina og vit høvdu ikki havt fíggjarligan møguleika uppá nakran máta at givið hana út, um ikki hesin studningurin fylgdi við. Stuðulin ger, at bókin verður so mikið bílig í mun til innihaldið, at hon verður nærum rein forering.
Sum Sosialurn skilur tað, so var tað upprunaliga eitt ynski frammi um at kunna geva bókina ókeypis til øll húski í landinum, men tað rakk so studningurin ikki til hesaferð. Prentað eru 5000 eintøk. Niels Jákup viðgongur, at tað røkkur ikki langt, tá hugsað verður um, at tað eru 17.000 húski í landinum. Men tað er lætt at prenta hana av nýggjum, so tað er ikki óhugsandi, at ein nýggj dagførd útgáva verður prentað um ikki so langa tíð. Niels Jákup sigur, at tað hendur so nógv á hesum økinum, at tað vildi verið náttúrligt og rímuligt, at ein dagførd útgáva kom út aftur um eina tíð tvs. um eini 2-3 ár. Tá hevði tað eisini verið gott, um útgevarin kundi fingið viðmerkingar frá fólki, so tær kundu verið tiknar við í næstu útgávu.