Handaligu útbúgvingarnar eiga at raðfestast

Næstforkvinnan í Lærarafelagnum heldur handaligu útbúgvingarnar fylla ov lítið.

Sambært Andreu á Rípuni, eru nógv føgur orð um, at handaligu lærugreinarnar skulu fáa meira rúm á tímatalvunum, men tað sæst ikki aftur í verki.

- Hesar lærugreinar fylla lítið í tímatalvuni, hóast tað í fleiri ár hevur verið eitt ynski um at leggja størri dent á tey skapandi evnini. Vónirnar fyri, at hetta fer at henda, eru ikki góðar, tá man hugsar um, at hesar lærugreinar eiga nærum onki rúm í útbúgvingini, skrivar hon á heimasíðuni hjá lærarafelagnum.

Næstforkvinnan í Føroya Lærarafelag vísir á, at allir næmingar – bæði teir bókliga sterku, og teir minni bókliga sterku – sum fáa ágóðan av skapandi lærugreinum.

- Vit eiga nógvar næmingar í skúlanum, ið njóta væl av teimum skapandi tímunum, ið eru. Vit hoyra ofta um teir næmingar, ið ikki eru sterkir bókliga, men sum klára seg serstakliga væl í teimum handaligu/skapandi lærugreinunum. Eg vil leggja dent á, at tað eru ikki bert teir bókliga veiku næmingarnir, ið fáa ágóðan av hesum lærugreinunum. Tað fáa allir næmingar, skrivar Andrea á Rípuni.

Tó at summir skúlar hava skapandi lærugreinar á tímatalvunum, hava fleiri lærarar gjørt vart við vánaligar undirvísingarumstøðurnar, og tískil er trupult at fáa eina góða og samanhangandi undirvísing. Sambært Andreu, er tað myndugleikarnir, ið eiga at taka um endan, fyri at tryggja betri umstøður.

- Eitt svar hjá myndugleikunum til at betra um handaligu lærugreinarnar er, at man kann umskipa tveir tímar og brúka teir til til dømis skapandi lærugreinar. Alt gott um tað, men tað kennist, sum ein fær tímar av náði, og kanska bert í eitt ár. Eg haldi, at myndugleikin má gera sær greitt, hvussu hetta økið skal raðfestast, ikki einans í orðum, men í verki øllum at frama, skrivar Andrea á Rípuni, næstforkvinna í Føroya Lærarafelag.