Hesar virðislønir skulu handast á Drelnesi

Mentanarvirðislønir Landsins verða í ár handaðar í SALT á Drelnesi

Mikukvøldið í næstu viku verða Mentanarvirðislønir Landsins fyri 2021 handaðar lista- og mentafólki.

 

Í ár verður handanin í SALT á Drelnesi.

 

– Av tí at tað er avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu savnast, verður tiltakið í ár bara hildið fyri innbodnum. Almenningurin kann tó fylgja við í Kringvarpinum, sum sendir beinleiðis, sigur Mentamálaráðið.

 

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

 

  • Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
  • Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
  • Serstaka virðisløn landsins, sum er 50.000 kr. Hon verður latin lista- ella mentafólki, sum hevur víst serliga góð evni og/ella sum hevur gjørt vart við seg innan sítt øki.

 

Sum siðvenja er, verða nøvnini á teimum, sum fáa virðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.