Handaðu Fiskimálaráðnum viðurkenning

- Í síðstu viku, handaði varaborgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Anita Vibergsdóttur, Fiskimálaráðnum viðurkenning, sum tøkk fyri hjálpina í samband við stóra eldsbrunan á Varðanum Pelagic fríggjdagin tann 9. juni 2017.


Tað skrivar Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.


Tað var Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, og Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri, ið handaðu ráðnum heiðurin, og greiddi frá, at kommunan og øll tvøráfólk vóru ómetaliga takksom fyri hjálpina tey høvdu fingið frá øðrum kommunum, privatum og landsmyndugleikum.


Harumframt varð tosað um týdningin av góðum samstarvi og samskifti millum lands- og kommunalar myndugleikar eins og millum myndugleikar og privata geiran av samfelagnum.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður og Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari tóku ímóti viðurkenningini.