Handa peningin fyri stuðulsfløguna

Marnar og Árni Andreasen

Eftir sjónvarpsmøti í Frelsunarherinum sunnukvøldið 26. mars frá kl. 18-19, verður ein løta har brøðurnir Marnar og Árni Andreasen koma at handa Frelsunarherinum peningin, sum kom inn fyri stuðulsfløguna, teir góvu út fyri ólavsøku í fjør. 
 
Á fløguhúsanum stendur m.a. Allur peningurin sum kemur inn fer óskerdur til Frelsunarherin at stuðla teimum í tí andaliga og sosiala arbeiðinum sum Frelsunarherurin stendur fyri.