Í morgin klokkan 16 fer Klippfisk at handa Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, álit um filmsvinnu í Føroyum. Ella sum tey í Klippfisk siga eitt filmsvinnupolitiskt ískoyti til ein nýggan vinnupolitikk.
Við á fundinum verða umframt Johan Dahl og fólkini í Klippfiski, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Fólkini handan Klippfisk halda, at tað ber væl til at hava eina filmsvinnu í Føroyum, sum kann gera ein spælifilm um árið og løna 50 fólkum.










